Uttanlands

15 lond í Afrika komin á mál við koppsetingini

Ætlanin hjá Heilsheilsustovninum var, at tíggju prosent av afrikanska fólkinum skuldi vera koppsett fyri koronu áðrenn 30. september, men bert 15 lond eru komin á mál við hesum

Kvinna verður koppsett í Suðurafrika (Mynd: EPA)

Kvinna verður koppsett í Suðurafrika (Mynd: EPA)

2021-10-02 11:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í helvtini av londunum í Afrika eru í mesta lagi tvey prosent av fólkinum koppsett fyri koronu.

Málið hjá Heimsheilsustovninum, WHO var, at í minsta lagi tíggju prosent av afrikanska fólkinum skuldi verið koppsett áðrenn 30. september, men bert 15 av 54 londum hava megnað hetta.

– Seinastu tølini vísa eina lítla framgongd, men framvegis er langt á mál til at fáa 40 prosent av fólkinum liðugt koppsett áðrenn árið er liðið, sigur Richard Mihigo, koppsetingarsamskipari fyri Heimsheilsustovnin í Afrika sambært Ritzau.

Tað eru m.a. óútrokniligar veitingarætlanir, sum ávirka koppsetingina, sigur hann.

Tey flestu londini, sum eru komin á mál við at hava koppsett tíggju prosent av fólkinum hava rættiliga lítið fólkatal. Fleiri av teimum londunum, sum hava koppsett ein stóran part av fólkinum hava eisini havt atgongd til koppingarevni frá øðrum veitarum enn gjøgnum Covax-samstarvið, sum veitir koppingarevni til fátæk lond.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder