Innanlands

15 mánaðar treytaðan dóm fyri siðamisbrot

Ein maður varð í gjár dømdur fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á fleiri smágentur í 90unum

Føroya Rættur (Mynd: Jens Kr. Vang)

Føroya Rættur (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-09-04 09:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í síðstu viku var ein maður ákærdur í Føroya rætti fyri at hava gjørt seg inn á fýra smágentur.

Ágangurin gekk fyri seg í árunum 1992 - 1996, og eru allar genturnar, sum tá vóru millum trý og níggju ára gamlar, vaksnar í dag.

Í gjár varð maðurin, sambært in.fo, dømdur 15 mánaðar fongsulsrevsing.

Revsingin var treytað av, at maðurin einki revsivert ger næstu tvey árini, umframt at hann ger 200 tímar av samfelagstænastu, og at hann er undir eftirliti hjá Kriminalforsorgini.

Maðurin varð ákærdur fyri brot á grein 216 stk. 2 sambært grein 224, ið er annað kynsligt samband enn samlega við børn undir 12 ár.

Dómarin segði, at maðurin var dømdur fyri trý av málunum, men at nøktandi próvførsla var ikki fyri, at talan var um annað kynsligt samband enn samlegu í tí eina málinum. Málið var fyrnað, tí at tað fall undir blygdanarskemd, sum ikki hevur somu revsirammu.

Ákærin hevði kravt, at maðurin fekk tvey ára treytaleysa fongsulsrevsing, og at maðurin skuldi gjalda endurgjald. Verjin kravdi frídøming.

Í málinum um endurgjald kom dómarin ikki til nakra greiða niðurstøðu, men hann segði, at tað mátti roynast sum borgarligt mál.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder