Innanlands

1,5 milliónir til børn við hættisligum sjúkum

Leygardagin skipaði Team Rynkeby fyri kekkhandan í Eysturskúlanum.

Gunnhild Persson, aðalskrivari í Sinnisbata, tók ímóti kekkinum (Mynd: Facebook/Team Rynkeby - Føroyar)

Gunnhild Persson, aðalskrivari í Sinnisbata, tók ímóti kekkinum (Mynd: Facebook/Team Rynkeby - Føroyar)

2026-09-20 09:54 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygardag seinnapart var samkoma í auluni í Eysturskúlanum í sambandi við, at peningurin, sum Team Rynkeby í Føroyum hevur savnað inn seinasta árið, varð handaður.

Síðan september í fjør hevur Team Rynkeby savnað inn 1.530.000 krónur.

Í ár tók Gunnhild Persson, aðalskrivari í Sinnisbata, ímóti kekkinum við stóru upphæddini vegna allar felagsskapirnar, sum fáa stuðul frá Team Rynkeby, skrivar Team Rynkeby Føroyar.

Umframt Sinnisbata fáa Krabbameinsfelagið, Hjartabarnið, Cystisk fibrosufelagið, Berin, Autismufelagið, ADHD-felagið og danska Børnecancerfonden stuðul frá grunninum hjá Team Rynkeby.

Á skránni til kekkhandanina vóru røður frá Gunnari Christiansen, sum umboðaði luttakararnar í 2026, Elmari Ósá, landastjóra og Gunnhild Persson, sum so væl lýsti arbeiðið hjá Sinnisbata, og týdningin av stuðlinum frá Team Rynkeby.

Eisini var avbera vakur og rørandi tónleikur frá Erlu Leonsson og Janusi Kampmann at hoyra. Jón Brian Hvidtfeldt var frásøgumaður. Kaffi, kaka og gott prát vóru sjálvsagt eisini partur av løtuni, skrivar Team Rynkeby Føroyar, sum takkar øllum, sum hava stuðlað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder