Mentan

15 tilboð í Listaleypinum fyri komandi skúlaár

Tilboðini í Listaleypinum fevna um allar listagreinir, tað verið seg framførslur, framsýningar, konsertir ella annað – Nú ber til at síggja, hvørji tilboð skúlar skunnu velja í ár

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-08-13 19:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú er listaleypurin fyri skúlaárið 2021-22 klárur.

Listaleypurin er ein mentanarlig verkætlan, sum Norðurlandahúsið, Kommunufelagið og Mentamálaráðið fíggja og fyriskipa til tess at geva fólkaskúlanæmingum høvi at uppliva góða yrkislist. Á hvørjum ári er Listaleypurin á tremum við spennandi framførslum, dagsverkstovum og longri verkstovum. Hetta skúlaárið eru 15 tilboð á skránni.

Tilboðini í Listaleypinum fevna um allar listagreinir, tað verið seg framførslur, framsýningar, konsertir ella annað, umframt at lítil verkstova kann knýtast uppí vitjanina, soleiðis at næmingar og lærarar fáa innlit í listarligu tilgongdina.

Talan er m.a. um:

  • KLINGRA — Ein tónleikaframførsla, sum ljóðar eitt sindur sum tú
  • BARNA SWAY
  • KÓPAKONAN Í NÝGGJUM HAMI

Lærarar og næmingar kunnu í felag bíleggja listaverk, og verkætlanarleiðarin skipar fyri framførslu/framsýningarskrá í samráð við skúlarnar og listafólkini. Fyrsta skúladag verður kunningarfaldari sendur skúlunum (faldarin sæst eisini her), og árliga tekningarfreistin er 15. september. Eftir hetta verður skráin fyri listavitjaninar og verkstovurnar løgd fyri árið. Øll rættstundis innkomin tekningarskjøl verða líkastillað, tá skráin verður løgd.

Meira um Listaleypin sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder