Uttanlands

15 útlendskir felagsskapir blakaðir úr Russlandi

Talan er m.a. um Amnesty International og Human Rights Watch, sum sambært russisku myndugleikunum hava brotið lógir í Russlandi

Amnesty International hevur havt skrivstovu í russiska høvuðsstaðnum Moskva síðan 1993 (Mynd: Amnesty International)

Amnesty International hevur havt skrivstovu í russiska høvuðsstaðnum Moskva síðan 1993 (Mynd: Amnesty International)

2022-04-09 13:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

15 útlendskir felagsskapir eru blakaðir úr Russlandi. Tað boðar russiski løgmálaráðharrin frá sambært Ritzau.

Talan er m.a. um mannarættindafelagsskapir sum Amnesty International og Human Rights Watch.

Orsøkin til, at hesir felagsskapir ikki longur sleppa at virka í Russlandi er, at teir hava brotið lógir í Russlandi, verður sagt.

Human Rights Watch, sum hevur virkað í Russlandi í 30 ár, skrivar á Twitter, at eingin ivi er um, at hetta stigið er eitt aftursvar til teirra dekning av krígnum í Ukraina.

Human Rights Watch vil m.a. vera við, at tey hava dokumenterað fleiri dømi um krígsbrotsverk, sum russiskir hermenn hava framt í Ukraina.

Amnesty International hevur havt skrivstovu í Moskva síðan 1993, og er felagsskapurin bert tann seinasti av mongum at verða revsaður fyri at verja mannarættindi og siga russisku myndugleikunum sannleikan, sigur Agnés Callamard, aðalskrivari hjá Amnesty International.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder