Innanlands

15 valevni á Framtíðarlistanum í Vága kommunu

– Framtíðarlistin er ein listi við fólki, ið ynskja menning, mentan og trivna. Ein listi við visjónum um eina kommunu, sum er sosialt, búskaparliga og umhvørvisliga burðardygg

2020-10-21 09:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

15 fólk bjóða seg fram á Framtíðarlistanum til kommunuvalið í Vága kommunu – Tíggju menn og fimm kvinnur.

Í tíðindaskrivi stendur soleiðis um listan:

– Framtíðarlistin er ein listi við fólki, ið ynskja menning, mentan og trivna. Ein listi við visjónum um eina kommunu, sum er sosialt, búskaparliga og umhvørvisliga burðardygg: Vit vilja tryggja, at vit, eisini um hálva øld, hava eina fjølbroytta kommunu, har øll kenna seg heima og verða hoyrd. Her skal trivnaðurin vera góður, bæði fyri ung og eldri: Góð bústaðarviðurskifti, nøktandi vinnuøki, arbeiðspláss og eitt ríkt mentanarlív er ein treyt at røkka hesum máli.

– Hetta gerst einans við at reka ein skynsaman fíggjar- og vakstrarpolitikk. Fyri at røkka hesum máli, mugu vit fáa fleiri búsetingar og viðka um vinnumøguleikarnar.


– Atlit má takast til umhvørvið, so vit øll kunnu liva og virka her, eisini í framtíðini.

– Á Framtíðarlistanum eru kend og minni kend fólk, Tó hava tey eitt til felags. Tey vilja øll virka fyri at Vága Kommuna er í fremstu og bestu deild millum kommunur.

Meira um listan kann lesast her.

Tey, ið stilla upp á Framtíðarlistanum eru:

  • Jens Gaardlykke, 49 ár
  • Jóhannus Hansen, 32 ár
  • Kristina Mouritesen, 23 ár
  • Jóhan á Mýrini, 43 ár
  • Sølvi Simonarson, 42 ár
  • Jónhard Selfoss, 61 ár
  • Ásla Leila B. Johansen, 29 ár
  • Lennard J. Myllhamar, 40 ár
  • Herborg H. Gaardlykke, 19 ár
  • Hans Bogi Ellefsen, 37 ár
  • Elisabeth Haraldsen, 31 ár
  • Oddmar Ravnsfjall, 64 ár
  • Jóan Magnus Magnusson, 39 ár
  • Finnur Joen-Jacobsen 40 ár
  • Sólfríð Fjallbak, 43 ár
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder