2024-05-15 19:42
Farmaskipini Hav Atlantic og Hav Nes skuldu í dag leggja at á Sundi, men tað verður ikki fyribils.
Arbeiðarafeløgini hava skipað seg á bryggjuni á Sundi og einir 150 limir møttu upp at forða fyri at skipini leggja at og kunnu landa sand.
- Vit mugu tryggja at verkfalsrakt arbeiði ikki verður gjørt, og tað er tí man stendur her. Og man ætlar at blokera allan farm sum kemur til landið, segði Sonja Jógvansdóttir, samskipari hjá Samtak.
Hav Atlantic liggur út fyri bryggjuna á Sundi, og Hav Nes liggur millum Hvítanes og Eystnes.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald