Mentan

150 blásarar hittast í Norðurlandahúsinum

Harmoniorkestrið GHM skipar fyri musikkstevnuni í ár

2019-05-13 16:50 Author image
Innsent
placeholder

Dýra biðidag 17. mai verður árliga musikkstevnan, har horn- og harmoniorkestur úr øllum Føroyum hittast at spæla konsert hvør sær og saman.

Harmoniorkestrið GHM er vertur fyri musikkstevnuni í ár, sum verður í Norðurlandahúsinum.

Fyrsta musikkstevnan varð hildin í Vestmanna í 1966 og síðan tá hava orkestrini skiftst um at vera vertir. Musikkstevnan í ár er nummar 54.

Átta orkestur fara at spæla á konsertini, umframt eitt stór felagsorkestur. Tey eru Harmoniorkestrið GHM, Sørvágs Tónleikarfelag, Tvøroyrar Hornorkestur, Klaksvíkar Hornorkestur, Eiðis ljómfelag, Nes Sóknar Musikkfelag og Havnar Hornorkestur. Uml 150 spælarar, sum til seinast allir spæla saman í stóra felagsorkestrinum. Hvørt orkestur spælir í uml 12 minuttir, og sum nakað serligt í ár hava vertirnir ynskt at øll orkestrini spæla í minsta lagi eitt føroyskt verk.

Stórfingna konsertir verður í Høllini í Norðurlandahúsinum seinnapartin fríggjadagin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder