Uttanlands

150 krígsfangar leyslatnir

75 ukrainar og 75 russar vórðu í gjár leyslatnir í fyrsta fangabýtinum millum londini í fleiri mánaðir

Ukrainskir krígsfangar (Mynd: Reuters)

Ukrainskir krígsfangar (Mynd: Reuters)

2024-06-01 15:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

75 ukrainar, sum hava verið krígsfangar í Russlandi, eru leyslatnir og komnir aftur til Ukraina. Tað boðar ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj frá.

Tað er hent í sambandi við fangabýti millum Russland og Ukraina í gjár, har 75 russar eisini vórðu leyslatnir.

Avtalan um fangabýti er komin í lag við hjálp frá Sameindu Arabisku Emiratunum, skrivar DR.

Sambært Zelenskyj eru fýra av teimum 75 krígsfangunum sivilfólk, meðan restin koma m.a. úr herinum, og tjóðarhirðini.

Sambært AP er hetta fyrsta fangabýtið millum Russland og Ukraina í tríggjar mánaðir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder