Umleið 1.500 persónar eru nú handtiknir í Brasil, eftir at stuðulsfólk hjá fyrrverandi forsetanum, Jair Bolsonaro trokaðu seg inn í kongressina, forsetaborgina og hægstarættin í høvuðsstaðnum Brasília.
Brasilskar miðlar fyri at skriva, sambært DR, at m.a. fyrrverandi leiðarin fyri hernaðarløgregluna og trygdarstjórin í Brasilia eru millum tey handtiknu.
Fleiri heimsleiðarar hava fordømt álopið, og tað hevur eisini Bolsonaro sjálvur, sum vísir aftur, at hann skal hava eggjað til nakran ófrið.
Stuðulsfólkini hjá Bolsonaro kravdu millum annað, eina umteljing av atkvøðunum frá seinna valumfari av forsetavalinum í heyst, har núverandi forsetin, Luiz Inácio Lula da Silva (Lula), vann.
Brasilski løgmálaráðharrin, Flávio Dino, sigur, at brasilska fólkaræðið ikki fer at góðtaka brotsgerðir í politiskum stríðum.
– Tað fer ikki at eydnast teimum at oyðileggja brasilska fólkaræðið. Vit fara ikki at góðtaka, at mann fremur lógarbrot í politiskum stríðum í Brasil. Ein brotsmaður verður viðfarin sum ein brotsmaður, sigur hann sambært Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald