Innanlands

1580 bilar av landinum til endurvinning

Brennistøðin á Hjalla avskipaði næstan 6.000 tons av jarni og metalli til endurvinningar í fjør

2021-05-17 12:27 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tórshavnar kommuna: Kommunala Brennistøðin avskipaði næstan 6.000 tons av jarni og metalli til endurvinning í fjør. Ein stórur partur av hesum eru bilar – í fjør vórðu ikki færri enn 1580 bilar umhvørvisviðgjørdir á brennistøðini. Restin er elektronikkur og káplar.

Sokallaða umhvørvisviðgerðin umfatar eitt nú avmontering av akkumulatorum og katalysatorum til endurvinning, umframt at tøma bilarnar fyri allar veskur.

Í fjør vórðu eisini avskipaði 107 tons av elektronikki og káplum. Brennistøðin hevur millum annað samstarv við Dugna, sum tekur teldur og dustsúgvarar sundur. Elektronikkur annnars verður flokkaður á brennistøðini.

Í fjør vórðu avskipað 107 tons av elektronikki – harav 49 tons av káplum. Mongdin veksur men vektin minkar, tí elektronikkur gerst alsamt lættari.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder