Innanlands

16 ára gamal tikin fyri at koyra bil

Tríggir bilførarar fingu klipp fyri at koyra ov skjótt

2025-02-04 07:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgreglan steðgaði í nátt einum 16 ára gomlum drongi, sum koyrdi bil í Havn. Sum altíð, tá talan er um so ung fólk, so verða sosialu myndugleikarnir í kommununi nú inndrignir í víðari viðgerðina av hesum máli.

Ferðsluløgreglan gjørdi ferðmátingar við Áir í gjárkvøldið, og skrássetti tríggjar bilførarar, sum nú fáa klipp í koyrikortið. Teir vórðu máldir fyri at koyra 101, 106 og 109 kilometrar um tíman.

Fyrr í gjár var eitt ferðsluátak gjørt á leiðini norður um Fjall í Norðoyggjum. Men ferðslan var lítil í gjár orsaka av illveðrinum, og ongin varð máldur fyri at koyra ov skjótt. Men tveir lyktafeilir vórðu skrásettir, upplýsir løgreglan.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder