Innanlands

16 bjóðaðu seg fram at gera Sambýlið á Mýrini

Tilboðini vóru innanfyri kostnaðarmetingina. Bygningurin skal standa liðugur á heysti 2022

(Mynd: Almannamálaráðið)

(Mynd: Almannamálaráðið)

2021-07-09 11:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tilboðini at byggja nýggja Sambýlið á Mýrini í Hoyvík, vóru latin upp í gjár. Tilboðini vóru innanfyri kostnaðarmetingina.

Arbeiðið varð boðið út í trimum stórarbeiðstøkum, og samanlagt vóru 16 arbeiðstakarar, ið lótu inn tilboð. Landsverk fer beinanvegin at eftirkanna tilboðini og at gera avtalur við arbeiðstakarnar.

Jørðarbeiðið er framt, og klárt er at fara undir at byggja. Bygningurin skal standa liðugur á heysti 2022.

[object Object]Elsebeth Mercedes Gunnleysdóttur, landsstýriskvinna í Almannamálaráðnum (Mynd: Amr.fo)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder