2025-02-07 07:56
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Síðani gjáramorgunin hevur løgreglan fingið fráboðanir um 13 vindskaðar og tilsamans eru 16 vindskaðar síðani nógvi vindurin byrjaði at gera um seg gjáranáttina.
Hetta var alt frá takplátum, inndekningum, tjørupapp takvindeygu og annað sum fóru í vindinum, men eingin serliga stórur skaði var, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.
Seinasta fráboðanin kom klokkan 22:40 í gjárkvøldið, og síðani hevur friður verið.
Í morgun er framvegis nakað av vindi, men heldur minni enn í gjár. Seinnapartin minkar vindurin meira.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald