Beint fyri klokkan níggju í kvøld fall avgerð í málinum, sum hevur verið í tinginum í allan dag um at javnseta samkynd í barsilsskipanini. Uppskotið og bæði broytingaruppskotini fullu, øll við 16 fyri, og 16 ímóti.
Sostatt er andstøðuuppskotið endaliga avgreitt í løgtinginum.
Johan Dahl atkvøddi saman við andstøðuni sum sostatt kundi telja 16 atkvøður. Kortini fall uppskotið, tí restin av samgonguni stóð saman, og kundi eisini telja upp í 16 atkvøður.
33 tinglimir eru í løgtinginum, men Kristin Michelsen í Sjálvstýri, sum er at rokna sum stuðulsflokkur hjá samgonguni, fór til Suðuroyar fyrr í dag, og varð tí ikki við í orðaskiftinum og atkvøðugreiðsluni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald