Innanlands

16 milliónir eftir á botnlinjuni

Smyril Line hevði eitt yvirskot upp á 16 milliónir í 2021. Ferðafólkasølan í 2021 var eins og undanfarna ár hart rakt av Covid-19 farsóttini, og samlaða ferðafólkatalið var 40% lægri enn áðrenn farsóttina

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2022-03-10 20:58 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Smyril Line hevur í dag havt ársaðalfund. Úrslitið fyri 2021 vísti eitt yvirskot upp á 16 milliónir.  

Samlaða sølan hjá Smyril Line vaks úr 849 milliónum í 2020 til 1.191 milliónir í 2021, og rakstrarúrslitið var 119 milliónir samanborið við 76 milliónir í 2020. Samlaða starvsfólkatalið hjá Smyril Line var 549 starvsfólk í 2021, ið er áleið 100 fleiri enn í 2020.  

Farmavirksemið hevur sum heild hilnast væl, men virksemið í Norra hevði neiliga ávirkan á ársúrslitið. Farleiðin millum Rotterdam og Hitra varð niðurløgd í november mánaða í 2021, samstundis sum ein nýggj farleið millum Rotterdam, Thorslakshøfn og Tórshavn varð stovnað. 

Ferðafólkasølan í 2021 var eins og undanfarna ár hart rakt av Covid-19 farsóttini, og samlaða ferðafólkatalið var 40 prosent lægri enn áðrenn farsóttina. 75 prosent av kundunum í 2021 vóru kundar uttan fyri Føroyar.  

Norrøna kom aftur í sigling, umvæld og endurnýggjað, í mars 2021. Skipið fekk 50 nýggj kømur, harav 32 nútímans dupultkømur. Broytingin hevur økt støðið á Norrønu og eisini eftirspurningin eftir ferðum.  

Sjøtul er settur á nýggju verkætlanina at byggja nýggjan ferðafólkaterminal, pakkhús og skrivstovubygning á Molanum í Tórshavn. Hendan verkætlanin ger, at Smyril Line kann veita eina betri tænastu og samstundis økja um virksemið. 

Søluútlitini í 2022 á bæði farma- og ferðafólkasíðuni eru rímiliga góð. Aftaná tvey ár við vánaligari ferðafólkasølu er eftirspurningurin øktur aftur, og vaksandi eftirspurningurin eftir ferðum sæst aftur á hotellunum.  

Ófriðurin í Evropa, økti oljuprísurin og triðjaparts kostnaðir hava tó neiliga ávirkan á reksturin hjá Smyril Line. 

Smyril Line rindar onki vinningsbýti fyri 2021.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder