Innanlands

16 milliónir játtaðar til at umvæla gomlu læknahúsini í Klaksvík

Bygningurin er frá 1923, og eftir at hann ikki er brúktur nakað serligt seinastu árini, er ætlanin nú at umvæla og umbyggja, so "gula húsið" kann nýtast til millum annað fyrisiting hjá Klaksvíkar sjúkrahúsi

2022-05-05 19:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Talan er um eina verklagslóg um at umbyggja og umvæla gomlu læknahúsini, vanliga nevnd gula hús, í Klaksvík. Løgtingið samtykti hana í gjár, og har er talan um eina samlaða løguupphædd á 16 milliónir krónur, ið fevnir um læknahúsini og tilhoyrandi økið uttanum húsini.

Heimasíðan hjá Heilsumálaráðnum skrivar, at við verklagslógini hevur landsstýrismaðurin fingið heimild at gera avtalur um at umvæla og umbyggja gomlu læknahúsini til fyrisitingarbygning og annað hjá Klaksvíkar sjúkrahúsi.

Væntandi verður verkætlanin boðin út, áðrenn vit eru komin í helvt við árinum, og eftir ætlan skulu húsini vera liðugt umvæld og umbygd, so tey kunnu takast í brúk í 2023. Hetta við so fáum broytingum í innrætting, sum til ber, soleiðis at dámurin av húsunum kann verða varðveittur mest møguligt, skrivar hmr.fo.

- Eisini standa gomlu læknahúsini í einum varðveitingarverdum garði við gomlum trøum og gjørdum gøtum. Tað er partur av ætlanini at varðveita partar av garðinum og at endurnýggja aðrar partar.

Gulu húsini vórðu bygd í 1923 til læknabústað og til læknaviðtalur. Húsini hava staðið tóm, og hava ikki verið brúkt nógv tey seinastu árini. Ætlanin er nú at umvæla og umbyggja húsini, so tey kunnu nýtast til fyrisitingina og annað tíðaravmarkað virksemi, sum til dømis serligar sjúklingaviðtalur.

[object Object]




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder