Innanlands

16 smittutilburðir staðfestir í gjár

Eftir øllum at døma eru øll partur av kendari smittuketu, og talan er um bretska frábrigdið – Í løtuni eru 23 smittað við koronu í Føroyum

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-05-24 09:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinasta samdøgrið vórðu 16 nýggir smittutilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. Sostatt eru 23 persónar smittaðir í løtuni.

Øll eru, eftir øllum at døma, partur av kendari smittuketu, og talan er um bretska fyribrigdið B.1.1.7., skrivar corona.fo.

619 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. 16 nýggir tilburðir í 619 kanningum gevur eitt positivprosent, sum svarar til 2,6. 

Tilsamans eru nú gjørdar 264.101 kanningar í Føroyum.

692 persónar hava nú fingið staðfest smittuna í Føroyum. 668 persónar eru staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.

Í løtuni eru 45 fólk í sóttarhaldi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder