Innanlands

162 fólk koppsett leygardagin

22,3 prosent av fólkinum í Føroyum eru nú liðugt koppsett fyri koronu

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2021-05-31 09:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú eru tilsamans 32.593 koppsetingar gjørdar í Føroyum. 20.712 fólk hava fingið fyrru koppsetingina, meðan 11.881 hava fingið seinnu koppsetingina, og eru tey sostatt liðugt koppsett.

Tað svarar til, at 38,9 prosent av fólkinum hevur fingið fyrru koppsetingina, meðan 22,3 prosent eru liðugt koppsett, skrivar corona.fo.

162 fólk vórðu koppsett leygardagin. Av teimum vóru 42, sum fingu fyrru koppsetingina, og 120, sum fingu seinnu koppsetingina.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder