Innanlands

17 ára gamal á ákærubeinkinum

Hann er ákærdur fyri at neyðtaka eina javnaldandi kvinnu. Maðurin noktar seg sekan

(Savnsmynd: Føroya Rættur)

(Savnsmynd: Føroya Rættur)

2023-12-09 12:52 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein 17 ára maður skal mánadagin og týsdagin á ákærubeinkin í Føroya rætti. Hann er ákærdur fyri neyðtøku.

Hetta skrivar Kringvarpið á heimasíðuni.

Sambært ákæruritinum var harðskapur brúktur í sambandi við neyðtøkuna.

Hendingin skal vera fram í apríl í fjør. Samtykkilógin kom ikki fyrr enn 1. juni í fjør, so hetta málið kemur ikki undir ta lógina.

Maðurin noktar seg sekan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder