Innanlands

17 ára gamal drongur doyði av løstunum

Ferðsluvanlukka á Skála í farnu viku kostaði eitt ungt mannalív

2025-04-08 07:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein 17 ára gamal drongur er deyður eftir ein samanstoyt á Skála hósdagin, tá ein bilur og eitt prutl rendu saman.

Drongurin á prutlinum kom illa til skaða í samanstoytinum, og varð fluttur á ríkissjúkrahúsið í Keypmannahavn.

Men lívið stóð ikki til at bjarga, og sunnudagin andaðist drongurin, skrivar familjan á sosialu miðlunum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder