Uttanlands

17 fólk latið lív í álopi á fongsul í Meksiko

Endamálið við álopinum var at fría ein lokalan brotsmannaleiðara

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2023-01-03 06:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

17 fólk hava latið lív eftir eitt álop á eitt fongsul í meksikanska markabýnum Ciudad Juarez nýggjársdag.

Reuters veit at siga, at 10 av teimum deyðu eru fangavørðar. Ciudad Juares liggur við Rio Grande ánna beint yvir av býnum El Paso í amerikanska statinum, Texas.

Tað vóru fólk í brynjaðum bilum, sum lupu á. Skotbardagarnir byrjaðu við inngongdina og seinni í einum sovisali í royndini at fría ein leiðara í einum lokalum brotsmannaliði.

Tað eydnaðist 25 fangum at flýggja úr fongslinum. Allir teir fríaðu fangarnir hava tilknýti til sokallaða bandaumhvørvið. Bandaleiðarin slapp eisini til rýmingar, skrivar dr.dk.

Tá meksikanskar trygdardeildir og løgreglan aftur fingu tamarhald á fongslinum, funnu tey tíggju sokallaðar “VIP-klivar”, sum eitt nú vórðu útgjørdir við sjónvarpi. Í einum av klivunum var eitt pengasáp, og har vórðu eisini funnin rúsandi narkotisk evni í klivunum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder