Innanlands

17 javnaðarfólk bjóða seg fram í Suðurstreymi

Herborg Torkilsdóttir, Bjarni Arge, og Uni Holm Johannesen eru nøkur av nýggju nøvnunum – Onnur á listanum eru formaðurin, Aksel V. Johannesen, og Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn

Aksel V. Johannesen, formaður og 16 onnur stilla upp fyri Javnaðarflokkin í Suðurstreymi (Savnsmynd)

Aksel V. Johannesen, formaður og 16 onnur stilla upp fyri Javnaðarflokkin í Suðurstreymi (Savnsmynd)

2022-11-16 20:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Suðurstreymoyar Javnaðarfelag hevur nú kunngjørt valevnislistan til løgtingsvalið 8. desember.

Á listanum, ið telur 17 fólk, eru fleiri nýggj og kend nøvn.

Millum teirra eru Herborg Torkilsdóttir, tónleikari, Uni Holm Johannesen, journalistur, og Bjarni Arge, ið er kendur sum onnur røddin í poddvarpinum Amatøroyar.

Onnur nøvn á listanum eru formaðurin, Aksel V. Johannesen, Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, og býráðslimir í Tórshavnar Býráð, Kristianna Winther Poulsen og Bjørg Dam.

Á seinasta løgtingsvali gjørdist Aksel V. Johannesen, ið tá var løgmaður, toppskorari á valinum við 2.323 persónligum atkvøðum.

Høvuðsstaðarborgarstjórin gjørdist nummar fýra á listanum hjá Javnaðarflokkinum við 429 persónligum atkvøðum. Hann umboðaði Javnaðarflokkin á tingi fram til januar 2021, tá hann aftur tók við borgarstjórasessinum.

Kristianna Winther Poulsen gjørdist á seinasta løgtingsvali nummar níggju við 245 atkvøðum, og Bjørg Dam gjørdist nummar 14 við 146 atkvøðum.

Tey, sum stilla upp fyri Javnaðarflokkin í Suðurstreymi eru:

  • Birita Iversen
  • Birna Heinesen
  • Bjørg Dam
  • Herborg Torkilsdóttir
  • Kristianna W Poulsen
  • Laura Apol
  • Malan á Dunga
  • Margit Stórá
  • Sára Gullfoss
  • Aksel V Johannesen
  • Bjarni Arge
  • Hans Jacob Thomsen
  • Heðin Mortensen
  • Marnar Fríðheim Kristiansen
  • Óli Jákup Jacobsen
  • Súni Selfoss
  • Uni Holm Johannesen
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder