Uttanlands

17 kongresslimir handtiknir undir mótmælistiltaki

17 demokratiskir kongresslimir vóru millum tey 35, sum í gjár vórðu handtikin undir einum mótmælistiltaki fyri rættin til fosturtu – Sambært løgregluni steðgaðu tey ferðsluni, og høvdu mótmælisfólkini fingið fleiri ávaringar

Alexandria Ocasio-Cortez, ið umboðar New York í Umboðsmannatinginum, varð ein av teimum 35, ið vórðu handtikin í gjár (Mynd: EPA)

Alexandria Ocasio-Cortez, ið umboðar New York í Umboðsmannatinginum, varð ein av teimum 35, ið vórðu handtikin í gjár (Mynd: EPA)

2022-07-20 08:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár vórðu 17 demokratiskir kongresslimir handtiknir undir einum mótmælistiltaki fyri rættin til fosturtøku frammanfyri amerikanska hægstarættinum í Washington D.C..

Millum teir vóru tveir navnframir limir úr Umboðsmannatinginum, Alexandria Ocasio-Cortez og Ilhan Omar, ið umboða ávikavíst New York og Minnesota.

Amerikanska løgreglan upplýsir, sambært Ritzau, at mótmælisfólkini høvdu steðgað ferðsluni á einum vegi nærindis, og høvdu tey fingið tríggjar ávaringar, áðrenn tey vórðu handitkin.

Tilsamans 35 fólk vórðu handtikin.

Tað eru fáar vikur síðani, at amerikanski hægstirætturin ógildaði avgerðina frá 1973 – Roe v. Wade – sum gav kvinnum rætt til fosturtøku í øllum USA. Hetta merkir, at statir nú sjálvir kunnu avgera, hvørjar lógir teir vilja hava á økinum, og eru fleiri statir, sum hava avmarkað rættin til fosturtøku í kjalarvørrinum á nýggju avgerðini hjá hægstarættinum.

Á netinum síggjast myndir og sjónbandaupptøkur av mótmælinum í gjár, har mann sær kongresslimirnar verða leiddir burtur av løgregluni. Teir vóru ikki lagdir í handjørn, og upptøkur vísa, at teir smílast at veitra til fólkini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder