2021-09-25 12:05

Í gjár vóru 17 nýggir koronatilburðir staðfestir. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum, sambært corona.fo.
Í 16 førum er smittukeldan kend, og ein tilburður varð staðfestur við kanning á fjórða degi eftir komu til Føroyar.
1.205 kanningar vóru gjørdar seinasta samdøgrið. Í løtuni eru 69 smittað í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald