2023-10-22 14:10
Í dag eru 17 lastbilar við neyðhjálp farnir inn í Gaza úr Egyptalandi, skriva tíðindastovurnar Reuters og AP, og sum vísa til egyptiskt sjónvarp.
Í gjár sluppu 20 lastbilar inn við neyðhjálp til Gaza umvegis markið millum Gaza og Egyptaland, og tað var fyrstu ferð, síðan álopið hjá Hamas á Ísrael 7. oktober, at neyðhjálp varð koyrd inn í Gaza. Í dag varð so aftur latið upp fyri neyðhjálp.
Lastbilarnir, sum eru kannaðir av ST-felagsskapinum UNRWA, koyra við mati og heilivági.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald