Seinastu átta árini hevur stórt virksemi verið undir danska høvuðsstaðnum. Sonevndi Cityringen við 17 nýggjum metrostøðum lat upp seinnapartin.
Longdin á nýggju Metro-tunlunum í Keypmannahavn er 15,5 kilometrar, og bindir eitt nú saman Østerbro, Nørrebro, Vesterbro og Frederiksberg.
Fyrsta metroleiðin í Keypmannahavn varð tikin í nýtslu í 2002, og er síðani útbygt. Frá í dag eru í alt 37 metrostøðir. Felagið handan metro sigur, at hetta helst er størsta bygningsarbeiði í Keypmannahavn í 400 ár.
Metrofelagið hevur tikið hesar myndirnar av nøkrum av nýggju støðunum, sum víkja eitt sindur frá teimum eldru støðunum.
- 
            
                
            
                            Rådhuspladsen (Mynd: Metroselskabet)
 - 
            
                
            
                            Á Høvuðsjarnbreytarstøðini (Mynd: Metroselskabet)
 - 
            
                
            
                            Enghave Plads (Mynd: Metroselskabet)
 - 
            
                
            
                            Frederiksberg (Mynd: Metroselskabet)
 - 
            
                
            
                            Aksel Møllers Have (Mynd: Metroselskabet)
 - 
            
                
            
                            Nuuks Plads (Mynd: Metroselskabet)
 - 
            
                
            
                            Nørrebros Runddel (Mynd: Metroselskabet)
 - 
            
                
            
                            Vibenshus Runddel (Mynd: Metroselskabet)
 - 
            
                
            
                            Østerport (Mynd: Metroselskabet)
 - 
            
                
            
                            Marmorkirken (Mynd: Metroselskabet)
 - 
            
                
            
                            Gammel Strand (Mynd: Metroselskabet)
 - 
            
                
            
                            Trianglen (Mynd: Metroselskabet)
 - 
            
                
            
                            Margreta drotning til upplatingina seinnapartin (Mynd: Metroselskabet)
 
    
              
                
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald