placeholder
Uttanlands

17 milliónir smittað kring heimin

USA hevur framvegis skrásett nógv flest tilburðir

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-07-30 08:23 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Talið á smittaðum við koronavirus kring heimin er farið framvið 17 milliónum. Tað vísa tøl frá John Hopkins University.

Talið á smittaðum kring heimin er vaksið við einari millión síðani sunnudagin, tá talið á smittaðum kom uppá 16 milliónir.

USA hevur flest tilburðir av Covid-19 við nærum 4,5 milliónum smittaðum. Hareftir koma Brasilia og India við ávikavist 2,5 og 1,6 milliónum tilburðum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder