Nú er vælumtókti sosiali miðilin TikTok ikki longur tøkur hjá amerikanarum.
Orsøkin er ein lóg, sum Kongressin samtykti í vár, sum bannar TikTok í USA, um ikki móðirfelagið hjá TikTok, Bytedance, sum er stovnað í Kina, seldi sosiala miðilin áðrenn í dag, 19. januar.
TikTok hevði umleið 170 milliónir brúkarar í USA. Tá teir nú royna at sleppa inn á appina, fáa tey eini boð, sum greiða frá støðuni:
– Ein lóg, sum bannar TikTok, er sett í gildi í USA.
– Tað merkir tíverri, at tú ikki kann brúka TikTok beint nú. Tíbetur hevur Trump forseti boðað frá, at hann vil arbeiða fyri at finna eina loysn fyri at fáa endurstovnað TikTok, tá hann fær valdið.
Komandi amerikanski forsetin, Donald Trump, verður tikin í eið í morgin, mánadagin. Hann segði leygardagin við amerikanska miðilin NBC News, at hann helst fór at leingja freistina hjá TikTok við 90 døgum, skrivar Ritzau.
Selur ByteDance ikki TikTok, verður tað bannað hjá veitarum sum Apple og Google at loyva brúkarum í USA at taka appina niður ella dagføra hana. Loyva hesir veitarar nýggjum amerikanskum brúkarum at taka appina niður, standa teir til at fáa stóra bót.
Orsøkin til, at Kongressin samtykti forboðið var, tí amerikanskir myndugleikar og politikarar stúrdu fyri, at ByteDance deilir upplýsingar hjá brúkarum við kinesiska stýrinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald