Innanlands

170 tilburðir í gjár

So fáir tilburðir hava ikki verið staðfestir síðan 8. januar – Í løtuni eru níggju fólk innløgd vegna koronu, og 3.319 eru staðfest smittað

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-02-20 15:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinastu tveir dagarnar eru 596 nýggir koronutilburðir staðfestir. Fyrradagin vórðu 426 tilburðir staðfestir, og í gjár var talið 170.

Talið frá í gjár er tað lægsta síðan 8. januar, tá 155 tilburðir vórðu staðfestir.

794 kanningar vórðu gjørdar fyrradagin, og 313 kanningar vórðu gjørdar í gjár.

Í løtuni eru 3.319 smittað við koronu. 19 eru innløgd við koronu, harav níggju eru innløgd vegna koronu, skrivar korona.fo.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder