Uttanlands

1700 fólk flýggjað undan eldgosi

Fuego-eldgosið í Guatemala byrjaði at goysa mánadagin

(Mynd: Johan Ordonez/AFP/Ritzau Scanpix)

(Mynd: Johan Ordonez/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-08-05 12:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í miðafrikanska landinum, Guatemala, eru fólk flutt burtur úr fleiri bygdum, eftir at eldgosið Volcán de Fuego byrjaði at goysa.

Umleið 1.700 fólk eru flutt burtur og endurhýst í fyribils hallum, so leingi vandi er á fer orsaka av eldgosinum.

Myndugleikarnir hava hækkað ávaringarstigið í fleiri økjum. Í løtuni eru umleið 29.000 fólk rakt av fallandi øsku frá gosfjallinum. Her eru allir skúlar stongdir.

Skriðulop hava verið á fjallinum, og orsaka av nógvum regni í økinum, er vandin fyri fleiri skriðum øktur munandi.

Eldgosið byrjaði mánamorgunin, tá skýggj av gassi og øsku floymdu úr gosfjallinum, og grótbræðing byrjaði at streyma oman av fjallinum.

Ein høvuðsvegur, sum gongur fram við fjallinum er stongdur, og øll skúlagongd í bygdum og býum nærhendis er avlýst.

Fuego er eitt av virknastu gosfjøllunum í Miðamerika. Hetta er fimta ferðin síðan 2020, at Fuego-fjallið goysir.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder