2019-08-03 15:22
Starvsfólkini, ið eru í fakfelagnum Unite, hava sagt nei til eitt tilboð um eina lønarhækkan á 7,3 procent. Orsaka av verkfallinum ið er í væntu, eru 172 túrar í samband við Heathtrow mánadagin og týsddagin avlýstir. Talan er um áleið 4000 starvsfólk
Flogfeløg eru biðin um at umleggja nakrar av sínum túrum, ferðafók skulu kunna seg hjá teimum um teirra túrur er raktur av verkfallinum, og trygdarkanningarnar í Heathrow fara av hesum at taka longri tíð. Harvið eru fólk biðin um at møta í góðari tíð í London.
Samráðingarnar ímillum partarnar í nátt gav einki úrslit, men umboð fyri fakfelagið og leiðsluna í Heathrow samráðast aftur í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald