Í minsta lagi 176 fólk hava latið lív í eini flogvanlukku í Suðurkorea í nátt okkara tíð.
Eitt flogfar av slagnum Boeing 737-800 hjá flogfelagnum Jeju Air fór av flogbreytini og inn í ein múr, tá tað skuldi lenda á altjóða Muan-floghavnini í Suðurkorea. Flogfarið var ávegis úr Thailandi.
181 fólk vóru umborð - 175 vóru ferðafólk, og manningin taldi seks, skrivar Ritzau.
Meginparturin av teimum, sum hava latið lív í vanlukkuni, eru suðurkoreanskir ríkisborgarar, men eisini vóru tveir tailendskir ríkisborgarar umborð.
Tveir av manningini vórðu bjargað úr flogfarinum á lívi. Myndugleikarnir upplýsa í morgun, at tað er lítið sannlíkt, at fleiri yvirlivandi verða funnin.
Tað er enn ógreitt, hvør orsøkin var til vanlukkuna. Leiðarin hjá lokala sløkkiliðnum metti á tíðindafundi í nátt, at orsøkin helst var ein samanstoytur við fuglar og vánalig veðurlíkindi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald