Uttanlands

17,7 milliónir í Ukraina hava tørv á neyðhjálp

Tað staðfestir frágreiðing frá Heimsheilsustovninum, WHO

Tedros Adhanom Ghebreyesus, aðalstjóri hjá Heimsheilsustovninum, WHO (Mynd: EPA)

Tedros Adhanom Ghebreyesus, aðalstjóri hjá Heimsheilsustovninum, WHO (Mynd: EPA)

2023-02-05 11:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

17,7 milliónir fólk í Ukraina hava tørv á neyðhjálp.

Tað staðfestir ein frágreiðing, sum Tedros Adhanom Ghebreyesus, aðalstjóri hjá Heimsheilsustovninum, WHO legði fram í gjár.

Umframt hetta verður mett, at 7,5 milliónir eru rýmd av landinum, og fleiri enn 14.000 silvfólk eru annaðhvørt deyð ella særd.

Sambært DR fevna hesi tøl tó bert um fyrstu níggju mánaðirnar av 2022, og kríggið í Ukraina verður mett at vera ein av átta stórum altjóða kreppum, sum heimurin stríðist við í løtuni.

Umboðið hjá Russlandi í leiðsluni hjá WHO sigur tó, at stjórnin í Russlandi er ónøgd við frágreiðingina, sum hon sigur er einsíðað og politiserað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder