Uttanlands

179 krígsfangar leyslatnir í fangabýti

116 ukrainskir og 63 russiskir krígsfangar vórðu leyslatnir í dag

Ukrainskar kvinnur, sum vórðu leyslatnar í fangabýti millum Russland og Ukraina í oktober í fjør (Mynd: EPA)

Ukrainskar kvinnur, sum vórðu leyslatnar í fangabýti millum Russland og Ukraina í oktober í fjør (Mynd: EPA)

2023-02-04 13:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag eru 179 krígsfangar leyslatnir í fangabýti millum Russland og Ukraina.

Av ukrainsku forsetaskrivstovuni verður sagt, at 116 ukrainsk herfólk, sum higartil hava verið krígsfangar, eru leyslatin og ávegis heim til Ukraina.

Talan er m.a. um herfólk úr ukrainsku býunum Mariupol, Kherson og Bakhmut, skrivar tíðindastovan AP.

Sambært russisku myndugleikunum, eru 63 russiskir krígsfangar eisini leyslatnir og eru ávegis heim til Russlands.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder