Fríggjadagin útvísti Russland 18 starvsfólk hjá einari ES-sendinevnd í Russlandi.
Hetta er, sambært Reuters, eitt aftursvar til ES, sum 5. apríl útvísti 19 russisk sendifólk úr belgiska høvuðsstaðnum Brússell, har høvuðssætið hjá ES er.
ES-sendifólkini mugu fara úr Russlandi skjótast gjørligt, ljóðaði fráboðanin frá russiska uttanríkismálaráðnum.
ES-sendinevndin segði í fráboðan til Russland, at hon harmaðist um hesa óneyðugu avgerðina.
– Avgerðin, sum russisku myndugleikarnir tóku fríggjadagin, hevur einki grundarlag og er einki annað enn hevnd. Mannagongdin, sum Russland hevur valt, fer at gera landið meira avbyrgt í altjóða høpi.
Umframt at ES hevur útihýst fleiri russisk sendifólk, hava fleiri einstøk lond eisini útvíst russisk sendifólk, sum eru undir illgruna fyri njósning. Harímillum Danmark, Holland, Belgia, Kekkia, Írland, Frakland og Týskland.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald