Uttanlands

18 fólk deyð í Sri Lanka eftir spreingingar og skotbardaga

Serdeildir gjørdu rannsóknir í gjár, og tað endaði við, at sjálvmorðsbumbir tóku lívið av fleiri sivilum; harav seks børnum

Hermenn uttanfyri ein av krikjunum í høvuðsstaðnum í Sri Lanka, ið varð álopin páskadag 
(Mynd: EPA)

Hermenn uttanfyri ein av krikjunum í høvuðsstaðnum í Sri Lanka, ið varð álopin páskadag (Mynd: EPA)

2019-04-27 13:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er framvegis ófriðarligt í Sri Lanka í kjalarvørinum av mongu yvirgangsálopunum páskadag, har yvir 250 fólk doyðu. Trygdin er i hásæti, og TV2 skrivar, at á gistingarhúsi eru vaktir útskiftir við elituhermenn. Reuters skrivar, at eini 10.000 hermenn eru á gøtunum. Tað er framvegis útgangsforboð, sum stjórnin hevur sett í verk, og tað verður tilmælt at halda seg burtur frá heiløgum støðum og stórum samkomum, tí vandi er fyri fleiri álopum.

Løgreglan roynir at finna fram til møguligar hóttanir, og í gjár gjørdu serdeildir rannsókn í eystara parti av landinum. Løgreglan upplýsir, at tríggar spreingingar komu, og tað vóru tríggir menn, ið sprongdi seg sjálvar í luftuna, tá teir sóu, at teir vóru umringaðir. Orsakað av spreingingini doyðu 15 fólk, og av teimum vóru seks børn og teir tríggir sjálvmorðsbumbararnir. 

Leygarmorgun lokala tíð voru skotbardagar ímillum løgregluna og yvirgangsmenn, har trý fólk lótu lív. Harvið eru 18 deyð eftir rannsóknirnar, har spreingievni og IS-fløgg vórðu funnin. Tað tykist at vera miðdepilin fyri framleiðsluna av teimum spreingievnunum, ið vórðu nýtt í yvirgangsálopinum páskadag, og eitt video, ið varð sent út áðrenn álopið, var framleitt, har rannsóknirnar vórðu gjørdar. 

Sjey fólk vórðu handtikin í samband við rannsóknini, og CNN upplýsir, at meira enn 70 fólk eru handtikin í Sri Lanka eftir tey átta álopini sunnudagin.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder