Innanlands

18 fólk fingu heiðurstekin á Brandstøðini

Í gjár var hátíðarhald á Brandstøðini við Oyggjarvegin, har føðingardagur var og fleiri heiðurstekin vórðu handað í sambandi við starvsdagar. Tey flestu fingu 10 árs tekin - Signar Rasmussen úr Kollafirði og Tróndur S. Rodmarsson úr Tórshavn fingu 20 árs tekin

2022-10-19 17:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Borgarstjórin handaði heiðursteknini og nevndi, at sum altíð var hugnaligt at koma at vitja sløkkiliðið og hugaligt eisini, at so mong fáa heiðurstekin hesaferð.

- Hvørja ferð vit hátíðarhalda starvsfólk hjá Brandstøðini fær tað meg at hugsa um, at tað bara er hálvonnur øld síðan, at amtmaðurin svaraði donskum myndugleikum, at havnarfólk vóru so fátøk, at tey vóru ikki før fyri at gjalda fyri eina eldstrygging, tíansheldur hava nøkur sløkkiliðsfólk.

-  Í søguni um kongaliga fyriskipan um brandverk í Tórshavnar býi og Frederiksvåg frá 1874 sæst, at tá fyrsta sproytan kom, vórðu settir nakrir menn at passa hana – millum annað ein sproytumeistari, ein strálumeistari og ein hjálparmaður. Og tíbetur varð útgerðin hjá Kongaliga Einahandlinum latin býnum, so vit fingu grundarlag at skipa fyrsta sløkkiliðið. Og í dag hátíðarhalda vit merkisdagar hjá útivið 20 starvsfólkum.

[object Object]

[object Object]

Heðin Mortensen segði millum annað eisini, at tey í kommununi eru errin av, og hava stóra virðing fyri, sínum sløkkiliði, har fólk eru til reiðar at seta heilsu og lív í vága fyri at verja øll, og at býurin als ikki kann liva uttan fjølbroyttu tænasturnar á so mongum økjum.

18 sløkkiliðsfólk í kommununi fingu heiðurstekin - tveir mans fingu 20 árs tekin. Niðanfyri sæst yvirlit:

Heiðurstekin oktober 2022

Kollafjørður
1. Signar Rasmussen 20 árs tekin
2. Ragnar Petur Joensen 10 árs tekin
3. Áki Hellisdal 10 árs tekin
4. Mortan A.M. Poulsen 10 árs tekin

Koltur
5. Bjørn Patursson 10 árs tekin

Kirkjubøur
6. Jóannes Patursson 10 árs tekin
7. Teitur Heindriksson 10 árs tekin

Hestur
9. Tróndur Lyngvej 10 árs tekin

Nólsoy
10. Beinir Poulsen 10 árs tekin
11. Bjørn Elisson 10 árs tekin
12. Høgni Niclasen 10 árs tekin
13. Hjalmar N. Jacobsen 10 árs tekin
14. Jákup av Skarði 10 árs tekin

Kaldbak
15. Brian Rasmussen 10 árs tekin
16. Gudny Rasmussen 10 árs tekin
17. Hans Petur B. Nolsøe 10 árs tekin

Tórshavn:
18. Tróndur S. Rodmarsson 20 árs tekin
19. Andras Hammer 10 árs tekin



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder