2019-11-12 12:48
Freistin at søkja tey bæði størvini sum rektari á Glasi og rektari í Miðnámi í Vestmanna var úti 10. november, og tilsamans komu 18 umsóknir inn.
Sambært Kringvarpinum hava níggju fólk søkt rektarastarvið á Glasi, og níggju fólk hava søkt rektarastarvið í Vestmanna.
Uttanríkis- og Mentamálaráðið vónar at fáa sett fólk í bæði størvini áðrenn 1. desember.
Bæði rektarastørvini verða lønt eftir sáttmálanum hjá Tænastumannafelag landsins, hóast tey ikki eru tænastumannastørv. Lønin hjá rektaranum á Glasi er uml. 59.000 krónur um mánaðin, og lønin hjá rektaranum á Miðnámi í Vestmanna er uml. 46.000 krónur um mánaðin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald