2020-06-06 15:07
Grindin, sum varð funnin í morgun taldi umleið 30 hval. Orsakað av tilmælinum um frástøðu varð avgjørt ikki at halda hana til og at merkja hana í staðin. Hetta gekk tó ikki heilt sum ætlað.
18 hvalir svumu seg fastar, og tí varð gjørt av at avlíva teir, sigur Finnbogi Midjord, sýslumaður í Vágum.
– Hvalirnir verða hálaðir upp á keiina nú, og so kunnu fólk í Sørvágs kommunu koma at fáa sær burturav, sigur sýslumaður.
Sambært Jn.fo vórðu tveir hval merktir og tíggju vórðu riknir út aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald