17 filmsverkætlanir hava fingið stuðul frá Uttanríkis- og mentamálaráðnum. 25 umsóknir komu inn til hetta fyrra stuðulsumfarið í ár.
Tilsamans varð søkt um 3,7 milliónir krónur. Samlaða útlutanin til tær 17 verkætlanirnar, sum fáa stuðul hesaferð, gjørdist 1.795.000 krónur. Stuðulin fevnir um eitt nú hugskotsmenning, framleiðslu og útbreiðslu.
Talan er um bæði dokumentarfilmar, stuttfilmar og spælifilmar.
Hesi 17 fingu stuðul:
Andrias Høgenni 450.000 kr.
Kykmyndir v/ Jón Hammer 450.000 kr.
Hanus Johannessen 220.000 kr.
Rannvá J. Johansen 200.000 kr.
Angela Petersen 78.000 kr.
Helga Djurhuus 70.000 kr.
Maria Winther Olsen 70.000 kr.
Trygvi Danielsen 53.000 kr.
Sakaris Stórá 49.000 kr.
Pablo Merin 43.000 kr.
Anita Sólfríð Breyt Hermansen 30.000 kr.
Ebba Malena Debess Thomsen 20.000 kr.
Jonas í Dali Wagner 15.000 kr.
Mariann Sofiasdóttir 12.000 kr.
Gudmund Helmsdal 10.000 kr.
Rannvá J. Johansen 10.000 kr.
Tvær verkætlanir fingu 450.000 krónur.
Onnur er ein spælifilmsverkætlan eftir Andrias Høgenni við heitinum ”Brúðarvalsur”, sum er eitt tragikomiskt familjudrama.
Hin er sjónvarpskrimirøðin ”TROM” eftir Torfinn Jákupsson, sum hevur fingið íblástur frá krimisøgunum eftir Jógvan Isaksen.
Hanus Johannessen fekk 220.000 kr. til spælifilmin ”Dólgarnir” um tríggjar dólgar, sum mong munnu minnast frá barnasjónvarpinum í 1980’unum, og sum nú koma undan kavi aftur í 2020’unum.
Ársins geytavinnarar, Búi og Dánjal við ”Hví eru vit her”, er ein eksistentialistisk barnasendirøð um lívsins stóru spurningar, og tann verkætlanin fær eisini munagóðan stuðul á 200.000 krónur.
Samlaða filmsjáttanin er 2,7 milliónir krónur. Eitt nýtt stuðulsumfar verður lýst seinni við freist 1. september, tá restin av játtanini, 905.000 krónur, verður býtt út.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald