2020-07-30 17:47
Ein grind á uml. 180 hvalir hevur seinnapartin lagt beinini á Sandi.
Drápið tók uml. 20 minuttir, og tað gekk væl, sigur Finnbogi Midjord, sýslumaður.
Fyrr í dag segði sýslumaður, at illgruni var um, at nakrir springarar vóru ímillum grindahvalirnar, men tað sær tað ikki út til at vera kortini, segði hann við Portalin fyri løtu síðani.
Seðlarnir koma út klokkan sjey í morgin árini á kaiini á Sandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald