Innanlands

180 tilburðir men bara tvey innløgd

Hetta er metstórt tal á nýggjum tilburðum

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2021-12-28 19:22 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Landslæknin segði fyrr í dag, at talið í dag fór at liggja um 150 tilburðir. Tá var ikki liðugt at greina allar kanningarnar, men tað er tað nú, og endaliga talið gjørdist 180 nýggir tilburðir.

Tað er tað størsta talið, sum er skrásett í Føroyum. Gamla metið er 111 og tað var 3. november 2021.

Tilsamans 549 fólk eru positiv í løtuni, og myndugleikarnir upplýsa, at tað í løtuni eru tvey fólk innløgd. 

2.394 kanningar eru gjørdar seinasta samdøgrið.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder