Seinasta samdøgrið eru fleiri enn 183.000 nýggir smittutilburðir skrásettir. Hetta er nýtt met, sigur Heimsheilsustovnurin WHO.
Gamla metið er frá 18. juni, tá 181.232 tilburðir vórðu skrásettir.
Sambært Ritzau eru tað Brasil, USA og India, sum seinasta samdøgrið hava skrásett flest tilburðir.
Í sama tíðarskeiði eru 4.743 andlát skrásett í sambandi við koronasmittuni, og tveir triðingar av teimum vórðu skrásettir í Suður- og Norðuramerika.
–––
Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.
Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.
Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald