Ein 19 ára gamal maður var í Eystara Landsrætti í gjár dømdur fimm mánaða fongsulsrevsing fyri tríggjar harðskapstilburðir, sum vóru framdir í tíðarskeiðnum frá mars til juni í ár.
Hesum boðar løgreglan frá.
Revsingin er lutvíst treytaleys, og maðurin skal tí inn at sita í tveir mánaðir. Tríggir mánaðir eru treytaðir við m.a. kravi um samfelagstænastu.
Maðurin var fyrr í ár dømdur í Føroya Rætti. Føroya Rættur setti revsingina at vera 4 mánaða fongsulsrevsing, harav ein mánaður var treytaleysur.
Av tí at maðurin var dømdur fyri tríggjar harðskapstilburðir, har tann eini tilburðurin var fevndur av § 245 í revsilógini um grovan harðskap, kærdi ákæruvaldið málið við kravi um, at revsingin skuldi herðast.
Í gjár var málið fyri í Eystari Landsrætti, sum tók undir við ákæruvaldinum í, at revsingin skuldi herðast. Rætturin legði m.a. dent á, at tann dømdi hevði framt harðskap tríggjar ferðir innan fyri eitt stutt tíðarskeið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald