2024-02-27 14:07
Í sambandi við at ein 19 ára gamal maður um midnáttarleitið tann 17. februar 2024 var funnin lívleysur uttanfyri No 12, sum er eystanfyri skýlið á Tórsvølli í Gundadali, sóknast politiið eftir møguligum vitnum, sum hava verið har um leiðir og sæð mannin ella hoyrt um hendingina.
Tann 19 ára gamli maðurin doyði dagin eftir á Landssjúkrahúsinum, sigur løgreglan.
Heldur tú teg hava sæð ella hoyrt okkurt, sum hevur við hendingina at gera, vinarliga ring á politistøðina á tlf. 114 ella 351448.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald