2022-01-10 08:25
19 fólk, herav níggju børn, hava latið lív í einum eldsbruna í einum háhúsum í New York býarpartinum Bronx, upplýsir borgarstjórin í New York, Eric Adams.
Sambært borgarstjóranum hava yvir 63 fólk fingið skaða í eldsbrunanum. Ovastin fyri sløkkiliðið í New York, FCNY, segði við CNN í gjár, at 32 fólk vóru innløgd á sjúkrahús við lívshóttandi skaðum.
Umleið 200 sløkkiliðsfólk vóru við í sløkkiarbeiðinum á East 181st Street í Bronx. Bygningurin er í 19 hæddum. Eldsbrunin byrjaði um 11 tíðina í gjár, lokala tíð, í eini íbúð á 2. og 3. hædd í bygninginum.
(Mynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald