Fríggjadagin, 12. apríl 2019, klokkan 16 letur árliga Várframsýningin upp á Listasavninum. Dorit Hansen, ritstjóri á Námi setur framsýningina, og Sissal Grækarisdóttir við band fer at framføra nøkur løg til ferniseringina.
- Tað verður spennandi at bjóða fólki vælkomin í Listasavnið til árligu Várframsýningina, sum er tann 30. í røðini, siga tær báðar Rannvá Holm Mortensen og Birgit Kirke, ið hava kuraterað og samskipað framsýningina.
- Vit eru sera takksamar fyri at hava fingið nógv góð uppskot sendandi, so tað hevur verið trupult at velja út. Tilsamans 19 listafólk mynda hesa framsýning, sum vit halda sera væl lýsir, hvat rørir seg á føroyska samtíðarlistapallinum. Framsýningin umfatar nógvar listagreinir, alt frá rullupylsupakka til latexhúð, umframt fótafet kring heimin.
Stuðlað hevur Tórshavnar kommuna, Okkara og Føroya Bjór.
Tað er Føroysk Myndlistafólk, ið skipa fyri árligu Várframsýningini, sum verður á Listasavni Føroya í døgunum 12. apríl – 5. mai 2019.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald