2020-12-29 14:27

19 nýggir smittutilburðir av covid-19 vórðu staðfestir í gjár, vísa nýggjastu tølini frá myndugleikunum.
17 teirra eru partur av smittuketu, sum Landslæknin fylgir. Tað er í løtuni óvist, hvussu tveir persónar, ið báðir búgva í Føroyum, eru smittaðir. Øll eru avbyrgd, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina.
Í gjár vórðu 1270 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 196.479 kanningar gjørdar.
Í løtuni hava 66 persónar covid-19 í Føroyum. 247 fólk eru í sóttarhaldi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald