Innanlands

19 umsóknir til stjórastarvið í Føroya Tele

Samtaksstjórin verður settur skjótast til ber

(Mynd: Føroya Tele)

(Mynd: Føroya Tele)

2023-11-01 12:08 Author image
Sverri Egholm
placeholder

19 umsóknir komu til starvið sum samtaksstjóri í Føroya Tele. Tað eru bæði kvinnur og menn, sum hava søkt starvið, sigur Føroya Tele.

Umsóknarfreistin var á midnátt, og setanarbólkurin hevur havt fyrsta fundin. Samtaksstjórin verður settur skjótast til ber, og William Joensen, fíggjarstjóri, sum var settur sum fyribils stjóri, røkir starvið, inntil nýggjur samtaksstjóri tekur við.

Jan Ziskasen hevur annars verið stjóri í Føroya Tele seinastu átta árini, men varð í september koyrdur til hús.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder